Eg frætti nýtt frá vitjandi Uttan tøl og miðlar Tíðindi, tað er eitt prát Hoyrt í gjár Mín telda er eitt fornminni Streymurin er farin Havi ikki hoyrt eitt "bip" Í átjan ár Bygningar í graslendi Eru byrgdir inni Eitt smyrlapar hevur reiður Har ið støðin var Mín bilur er eitt spælipláss Ein fyrikomin hola Mín dóttir hevur fingið mál Og krúllut hár Vit drekka lunkað kelduvatn Heimagjørt kombutcha Hvít asparges, egið brúk Kom í vár Hetta er eitt fløskubræv Eg vóni, at tú skilur Lova mær at lesa tað Send eitt svar